Lestraríbúðir í Kommunuskúlanum

Lestraríbúðir í Kommunuskúlanum
Bústaðir fara at leiga 1440 fermetrar av skúlanum í 30 ár
 
23.06.2015 - 07:50

Kommunuskúlin í Havn skal nú umbyggjast til lestraríbúðir.

Bústaðir hava søkt um at sleppa at leiga ein part av Kommunuskúlanum í 30 ár, og í gjárkvøldið samtykti býráðið at leiga Bústøðum 1440 fermetrar. Talan er um lonina, sum vendir móti Sjúrðargøtu og Tróndargøtu.

Bústaðir rinda umbyggingina og umvælingina til lestraríbúðir.  

TAKS hevur gjørt vart við, at skulu Bústaðir sleppa undan meirvirðisgjaldinum av umvælingini, noyðast Bústaðir at eiga og ikki leiga, tí TAKS krevur tinglýst veð í bygninginum fyri MVG-frítøkuna. 

Vilja sleppa undan mvg

Bústaðir kanna, um til ber at sleppa undan hesi reglu. Men fæst undantak ikki, biðja Bústaðir um at sleppa at keypa partin av Kommunuskúlanum fyri eina krónu. Tá fær kommunan forkeypsrætt fyri ein frammanundan mettan prís. 

Talan verður um 30 ára leigumál, sum kann leingjast tíggju ár. 

Tá leigumálið við Bústaðir gongur út, hevur kommunan rætt til at yvirtaka innrættaðu hølini fyri 75 prosent av mettum virði. Leigan verður 1.000 kr. um árið. 

Býráðið atkvøddi í gjárkvøldið fyrst um eitt uppskot hjá Jógvani Arge um at taka Kommunuskúlan niður og tingast við Bústaðir um at byggja lestraríbúðir á staðnum. Tað uppskotið fall. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974