Føroyar vunnu í Kosovo

Føroyar vunnu í Kosovo
Føroyar hava vunnið gull í Emerging Nations Cup í Kosovo
Mynd: RTK1  
 
26.06.2015 - 18:22

Føroyar hava vunnið Emerging Nations Cup kappingina í Kosovo.

Føroyar vunnu 27-24 á Letlandi í finaluni. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Føroyar.

Letland var leingi á odda í fyrra hálvleiki, men stutt fyri hálvleik fingu Føroyar leiðsluna, og hon helt sær allan dystin.

Umframt ítróttarliga sigurin, hevur gullið í hesi kappingini eisini stóran fíggjarligan týdning fyri Hondbóltssamband Føroya.

Hondbóltssambandið fær umleið 150.000 krónur í reiðum peningi frá altjóða hondbóltssamgonguni, IHF.

Men tann heilt stóri vinningurin er, at Føroyar fáa allar útreiðslur goldnar til eina komandi EM-undankapping.

Ein slík undankapping kostar nógvar hundrað túsund krónur í ferðing og uppihaldi.

Tá finalan var liðug skuldu bestu leikararnir í kappingini veljast, og har vóru tríggir leikarar, sum vóru heiðraðir.

Tróndur Kragesten fekk heiðurin sum týdningarmesti leikari í kappingini (most valuable player)

Rósing Rasmussen bleiv valdur til besta vinstra vong í kappingini.

Og Áki Egilsnes varð valdur til besta høgra bakk í kappingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763