- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ansa tær: Hesar eru nú eisini í Føroyum
Tær hava verið at sæð leingi í øðrum londum - skovflåt, sum tær eita á donskum, blóðmottur sambært orðabókini. Nú eru tær eisini funnar ymsastaðni í Føroyum.
Tríggir bretskir serfrøðingar vóru í síðstu viku í Føroyum og leitaðu eftir blóðmottum saman við føroyskum lívfrøðingum. Og teir funnu tað, teir leitaðu eftir.
- Vit funnu tvær livandi blóðmottur í einum øki í Føroyum, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur, ið ferðaðist kring landið saman við bretsku serfrøðingunum.
Tvey børn bitin
Higartil er vist, at tvey børn í Føroyum longu eru bitin av blóðmottum, ið kunnu lamma nervalagið hjá fólki ella elva til meningitis, verða fólk bitin.
Tey bæði børnini, ið eru blivin bitin í Føroyum av blóðmottum seinastu 25 árini, búgva ikki á somu oyggj, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur.
Sostatt er vissa eisini fingin fyri, at blóðmottur, ið bitu børnini, eru staðfestar livandi ymsastaðni í Føroyum, sigur lívfrøðingurin.
Tann fyrsta skrásett í 1990
Hetta er ikki fyrstu ferð, at blóðmotta er funnin í Føroyum, nú lívfrøðingar hava leitað eftir blóðmottuni ymsastaðni kring landið.
Greinin heldur fram niðanfyri
- Ein djóralækni fann eina (blóðmottu, red.) á einum hundi í Vestmanna í 1990, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur, við kvf.fo
Hóast livandi blóðmotta varð funnin í seinastu viku, eru fleiri tilburðir eisini skrásettir í Føroyum seinastu 25 árini, har hundar eru bitnir.
Kannaðu 30 støð í Føroyum
Bretsku serfrøðingarnir, ið vóru í Føroyum í síðstu viku og leitaðu, ferðaðust kring alt landið saman við føroyskum lívfrøðingum.
Til samans vórðu 30 støð ymisk støð í Føroyum kannað. Í einum øki funnu lívfrøðingarnir eisini tað, teir allir leitaðu eftir - livandi blóðmottu.
- Nú má úrslitið av kanningunum greinast nærri áðrenn greiða kann fáast á, hvat skal gerast víðari, sigur Leivur Janus Hansen, lívfrøðingur.
Trívast í vátum lendi
Blóðmottur trívast serliga væl, har jørðin er vát, og har eisini sítt gras er. Tá so fólk ella hundar ganga í váta lendinum, kunnu tær seta seg á kroppin.
Tá blóðmotta er komin á kroppin hjá fólki, bítur hon seg fasta, har húðin er tunn, fyri síðani at súgva blóð. Tað er tá, at fólk kunnu gerast sjúk.
Blóðmotta ger seg inn á umleið 1.000 danir hvørt ár, verður mett. Myndugleikarnir skráseta umleið 150 tilburður um árið, har fólk gerast sjúk, tí tey eru bitin.