Fólkaatkvøða verður í Grikkalandi

Fólkaatkvøða verður í Grikkalandi
Fólkaatkvøða verður 5. juli um uppskotið frá altjóða lánsveitarunum, ið kann halda Grikkalandi búskaparliga í vatnskorpuni eina tíð aftrat
Fólkaatkvøða verður í Grikkalandi næsta sunnudag. Tá skulu grikkar taka støðu til uppskotið frá altjóða lánsveitarum, ið kann halda Grikkalandi í vatnskorpuni eina tíð aftrat
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
28.06.2015 - 09:55

Fólkaatkvøðan er umstrídd, tí grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, hevur mælt til at vraka uppskotið. Hóast samráðst hevur verið leingi, hevur tað ikki eydnast at fáa eina nýggja avtalu í lag millum griksku myndugleikarnar, ES, IMF og evropeiska miðbankan.

Sambært týsku tíðindastovuni, DPA, atkvøddu 179 fyri at halda fólkaatkvøðu, og 120 vóru ímóti.

Í røðu síni fyri tjóðartinginum mælti Tsipras griksku veljarunum til at siga kortanei til kravboðini frá lánsveitarunum, sum hann málbar seg.

Skjóta upp at leingja stuðulsskipan

- Grikkaland er ikki gestur í Evropa. Vit eru limir, á jøvnum føti við onnur, segði grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras.

ES, altjóða gjaldoyragrunnurin og evropeiski miðbankin hava skotið upp at leingja stuðulsskipanina fimm mánaðir aftrat, men grikski forsætisráðharrin góðtekur ikki treytirnar, sum lánsveitararnir hava sett, millum annað at nýskipa arbeiðsmarknaðin og penssjónsskipanina.

Alexis Tsipras sigur, at lánsveitararnir royna at eyðmýkja eitt heilt fólk, sum hann tekur til. Galdandi lánsavtala fer úr gildi týsdagin, tá eitt stórt lán fellur til gjaldingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717