Nýggj vatnleiðing millum Skála og Glyvrar

Nýggj vatnleiðing millum Skála og Glyvrar
Í dag verður farið undir arbeiðið at leggja nýggja vatnleiðing um fjørðin millum Skála og Glyvrar.
 
06.07.2015 - 11:41

Runavíkar kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at flyta vatn av vestaru síðu yvir á eystaru síðu á Skálafjørðinum. 

Fyrireikingar hava verið gjørdar á landi omanfyri Skála, og eystarumegin er farið undir at fyrireika flutning av vatni millum Langanes á Glyvrum í brunnar ovarlaga í Saltangará. 

Í dag, í morgin og mikudagin verður vatnleiðingin førd tvørtur um fjørðin. Leiðingin verður sett saman á bryggjuøkinum í Runavík og sleipað fram við eystara landinum inn á Glyvrar og hiðani tvørtur um fjørðin. 

Runavíkar Havn og Kongshavnar havnastýri heita á skip og bátar um at vísa størsta varsemi, meðan arbeiðið fer fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860