Seinnapartin verður hol ígjøgnum til Viðareiðis

Seinnapartin verður hol ígjøgnum til Viðareiðis
Í tí sambandi verður hátíðarhald inni í Dølum á Viðareiði, tá seinasta skotið verður latið av
 
15.07.2015 - 11:24

Tað verður Elinborg Thomasen, ið fer at lata seinasta skotið av. Elinborg er mamma núverandi og kona fyrrverandi festaran inni í Dølum.

Røður verða hildnar, og eftir hátíðarhaldið bjóðar Viðareiðis kommuna kaffi á Hotel Norð.

Viðaeiðistunnilin er 1939 metrar langur og tilkoyringarvegirnir slakar fýra kilometrar. Arbeiðið byrjaði fyri einum góðum ári síðani og hevur gingið so væl, at tað er framman fyri tíðarætlanina.

Nú skotið verður ígjøgnum til Viðareiðis, minnir Hvalbiar kommuna landsstýrið á, at nýggjur Hvalbiartunnil eigur at vera næsti í røðini.

Rúni Thomsen, varaborgastjóri, heitir - vegna Hvalbiar kommunu - staðiliga á Jørgen Niclasen, landsstýrismann og Løgtingið um at halda fast um raðfestingina, ið sett er út í kortið, so nýggi Hvalbiartunnilin verður gjørdur sum skjótast.

Verandi tunnil er 52 ára gamal og er stór forðing fyri vinnulívinum í bygdini, verður sagt.

Í brævinum til Jørgen Niclaen og Løgtingið vísir Hvalbiar kommuna á, at politiskar røddir nú eru frammi um at gera tunlanar Norður um Fjall fyrst. 

Tí kemur áheitanin frá Hvalbiar kommunu um at halda fast um raðfestingina, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV