Tunnil í Hvalba fremstu raðfesting

Tunnil í Hvalba fremstu raðfesting
Hvalbiar kommuna heitir á landsstýrismannin og løgtingið um at halda fast við raðfesting, sum er sett út í kortið, so hvalbingar fáa nýggjan tunnil
 
15.07.2015 - 08:47

Í brævi til fjølmiðlar vísir kommunan á stóra virksemið, sum er í Hvalba við flakavirkinum, sum virkar umleið 5-8.000 tons av rávøru árliga, trolvirkið Bergið við sínum virksemi og annað virksemi, ið er í bygdini.

Hvalbiartunnilin hevur verið og er framvegis stór forðing fyri, at vinnulívið kann vaksa. Hetta er ikki haldført í 2015, sigur Hvalbiar kommuna.

Trygdin í tunlinum er ikki í lagi. Ljós eru sett upp í tunlinum fyri nøkrum árum síðani, men hesi bøta ikki stórvegis um trygdina. Tunnilin er framvegis vátur og sera myrkur.

Hvalbiartunnilin er frá 1963 - og sostatt 52 ára gamal. Hetta er elsti tunnilin í landinum og er tað tí rættast at fara undir at gera nýggjan tunnil, sigur kommunan, sum samstundis heitir á politikarar um at halda fast við raðfestingina, ið er og gjarna framskunda Hvalbiartunnilin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118
Nýggjastu sendingar í SV