Løgtingsvalið órógvar sigling hjá Strandferðsluni

bannari
Løgtingsvalið órógvar sigling hjá Strandferðsluni
Tað verður ein bági fyri Sandoyarsiglingina, at landsstýri og løgting ikki fáa virkað sum javnt, nú løgtingsval er skrivað út
Tað verður ein bági fyri Sandoyarsiglingina, at landsstýrið og Løgtingið ikki fáa virkað sum javnt, nú løgtingsval er skrivað út
 
04.08.2015 - 17:20

Løgtingsvalið tann 1.september ger, at Teistin noyðist at avlýsa ferðir í heyst og í vetur, tí grót liggur í innsiglini til Skopunar havn.

Ætlanin var, at Jørgen Niclasen, landsstyrismaður, skuldi biðja løgtingið um eykajáttan til Landsverk nú í august, so grótið kundi ruddast burtur sum skjótast.

Landsverk fær ikki gjørt arbeiðið í ár

Nú val er útskrivað, fær landsstýrismaðurin einki gjørt við tað. Og tað ger so, at Landsverk ikki fær gjørt arbeiðið í ár, og tað má gerast, áðrenn heystið kemur.

Jóhan Petur Abrahamsen, leiðari á Sjódeildini á Strandfaraskipum landsins, váttar, at avlýsingar hjá Teistanum kunnu væntast, tá veðrið øtlar í heyst.

Innsiglingin í Skopun er vorðin smalri, og plássið hjá Teistanum verður minni í ytra hylinum. Tá liggjandi landssynningur er, verður so nógv alda, at ikki er ráðiligt at fara inn í Skopun, so leingi grótið liggur á botninum.

Raktu við grót í summar

Ikki ber til at siga nakað um, hvussu ofta verður neyðugt at avlýsa hjá Teistanum. Skiparin avger í hvørjum einstøkum føri, um ráðiligt er at fara inn í Skopun ella út haðani.

Rakt varð við grótið fyri einum mánað síðani. Enn hevur tað ikki elvt til nakra avlýsing. Heldur ikki mánadagin, tá illfýsið annars var í Skopunarfirði. Grót liggur okkurt um 15 metrar suður úr norðara molanum í innsiglingini.

Grótið er komið úr grótkastinum uttan um havnina. Hetta er ikki fyrstu ferð, at grót liggur í innsiglingini í Skopunar havn. Landsverk vil tí hava eina varandi loysn nú og hevur biðið um eykajáttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870