Tunnilin kanska seinkaður av løgtingsvalinum

bannari
Tunnilin kanska seinkaður av løgtingsvalinum
Nýggja farleiðin til Viðareiðis kemur illa fyri av løgtingsvalinum. Arbeiðið gekk so skjótt, at pengarnir til verkætlanina í ár eru um at vera uppi
Tunnilin til Viðareiðis verður kanska seinkaður, nú løgtingsval er skrivað út. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skuldi biðja Løgtingið um fleiri pengar at arbeiða fyri í ár
 
05.08.2015 - 14:38

Ætlanin var eisini, at Jørgen Niclasen skuldi biðja løgtingið skipa so fyri, at Landsverk fær fleiri pengar at arbeiða fyri í ár. Ber tað til, kann arbeiðið vera liðugt næsta vár.

Nú er fólkið, sum arbeiðir í Viðoynni, í summarfríi. Men hvat hendir eftir summarferiuna er ikki heilt greitt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Koma ikki fleiri pengar í ár, steðgar arbeiðið til nýggjárs, og so verður tað ikki liðugt næsta vár. Sambært upprunaligu tíðarætlanini skal arbeiðið vera liðugt í fyrsta ársfjórðingi í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554