Gera tveir nýggjar goymslutunlar

Gera tveir nýggjar goymslutunlar
Havsbrún hevur fingið endaligt byggiloyvi til tveir goymslutunlar at goyma mjøl í, hevur býráðið í Fuglafirði samtykt
Býráðið í Fuglafirði samtykti einmælt á eykabýráðsfundi fríggjadagin at geva Havsbrún byggiloyvi til tveir goymslutunlar at goyma mjøl í
 
13.08.2015 - 12:37

Býráðið í Fuglafirði samtykti einmælt á eykabýráðsfundi fríggjadagin at geva byggiloyvi. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, sigur, at boringin byrjar síðst í august.

Liðugt verður at bora við árslok, og ætlanin er at flyta í tunlarnar báðar hálvan apríl næsta ár. Byggifelagið Articon skal gera arbeiðið.

Brúka maskinur frá Viðareiðistunlinum

Maskinurnar, sum boraðu Viðareiðistunnilin, verða fluttar til Fuglafjarðar at bora har. Arbeiðið kostar góðar 30 milliónir krónur.

Býráðið í Fuglafirði hevur samtykt at keypa grótið frá Havsbrún, 119.000 rúmmetrar, fyri 13,1 millión krónur.

Rúmmeturin kostar 110 kr. Mjølgoymslan verður 4.000 fermetrar, tá tunlarnir, sum verða 250 metrar hvør, eru lidnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Guðstænasta
201865
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790