Dómur móti Sea Shepherd-limur fellur mikudagin

Dómur móti Sea Shepherd-limur fellur mikudagin
Tey eru ákærd fyri brot á grindalógina, tá grind varð hildin til í Sandavági og í Fuglafirði her fyri
 
28.08.2015 - 18:24

Á rættarfundinum hevði ákæruvaldið innkallað vitni, - eitt nú menninar, sum framdu sivila handtøku, tá grind varð hildin til í Sandavági 12. august.

Róligir føroyingar

Øll hava vit rætt til at fremja sivila handtøku, tá tað er neyðugt, um so er, at lógin ikki verður hildin, men Hildur Hentze, sum er dagligur leiðari á kriminaldeildini, mælir tó til, at tað er løgreglan sum ger handtøkurnar.

Hildur Hentze fegnast samstundis um, at føroyingar eru so róligir og ikki leypa framav, tá Sea Shepherd-fólk gera um seg

Dómur verður sagdur mikudagin í næstu viku, og fram til tá, skulu hesi fimm fólkini, sum eru ákærd í málinum, møta á politistøðini hvønn dag kl. 12.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762