Tunnilsfrágreiðing kemur skjótt

Tunnilsfrágreiðing kemur skjótt
Frágreiðingin er ikki liðug, men hon er ávegis, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Eystur- og Sandoyartunlar
Fíggjarmálaráðið fær skjótt frágreiðing um avgerðina hjá felagnum um at lata norskari fyritøku arbeiði, sum føroyska vinnan sigur saktans kundi verið gjørt í Føroyum
 
28.08.2015 - 13:22

Fíggjarmálaráðið fær frágreiðing um avgerðina hjá felagnum um at lata norskari fyritøku arbeiði, sum føroyska vinnan sigur saktans kundi verið gjørt í Føroyum.

Fyri góðum tveimum vikum síðani kunngjørdi norska felagið Norconsult, at tað hevði skrivað undir sáttmála um at gera forprojekt og útbjóðingartilfar fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Arbeiðið varð ikki boðið út, heldur ikki í Føroyum. Føroyskir ráðgevar vóru vónbrotnir, tí almenna tunnilsfelagið fór av landinum við einum stórum arbeiði, sum føroyskar fyritøkur eins væl kundu gjørt.

SÍ EISINI Gjørt sáttmála við norskt felag um tunlar

Ráðgevarafelagið vísti á politiska lyftið um, at so nógv arbeiði sum tilber skuldi latast føroyskum fyritøkum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, var skjótur at biðja nevndina í P/f Eystur- og Sandoyartunlar um eina frágreiðing.

Dagin eftir segði Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/f Eystur- og Sandoyartunlar, at nevndin var altíð til reiðar at tosa við landsstýrismannin ella geva honum eina skrivliga frágreiðing.

Stremba eftir at geva føroyingum arbeiðið

Bergur Poulsen segði, at felagið strembar eftir, at føroyingar og føroyskar fyritøkur fáa so nógv arbeiði sum gjørligt, nú tveir undirsjóvartunlar skulu gerast í Føroyum.

Sambært Norconsult skuldi arbeiðið hjá teimum byrja nú í august. Sáttmálin við Eystur- og Sandoyartunlar er verdur 42 milliónir norskar krónur, sum eru 34,5 milliónir danskar krónur.

Arbeiðið hjá Norconsult skal vera liðugt í juni næsta ár fyri Eysturoyartunnilin og í juni 2017 fyri Sandoyartunnilin. Norconsult var eisini við, tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983