Borgarstjórar vórðu valdir

bannari
Borgarstjórar vórðu valdir
Borgarstjórarnir í fýra stórum kommunum í landinum vórðu valdir í Løgtingið á valinum týsdagin. Trettan borgarstjórar vóru uppstillaðir
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, er ein av teimum fýra borgarstjórunum, ið vórðu valdir í Løgtingið á valinum í gjár
 
02.09.2015 - 09:55

Fýra borgarstjórar, ið vórðu uppstillaðir í fýra av teimum stóru kommununum í Føroyum, vórðu allir valdir í Løgtingið á valinum týsdagin.

Teir fýra borgarstjórarnir eru Heðin Mortensen úr Havn, Jógvan Skorheim í Klaksvík, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Magnus Rasmussen í Runavík.

Tilsamans vóru 13 borgarstjórar í Føroyum uppstillaðir til løgtingsvalið. Sostatt varð triðji hvør uppstillaður borgarstjóri valdur í Løgtingið í gjár.

Landsstýriskvinna vil broyta lógina

Annika Olsen, landsstýriskvinna, segði áðrenn løgtingsvalið, at hon vil hava kommunustýrislógina broytta, so borgarstjórar ikki kunnu hava fulltíðarstarv sum borgarstjórar og sita á tingi.

- Kommunurnar umsita tung mál, eisini eldraøkið. Tí skal kommunulógin broytast, segði Annika Olsen við sjónvarpið undan løgtingsvalinum.

Sjónarmiðið hjá landsstýriskvinnuni fær eisini undirtøku millum vanliga føroyingin. 70% av teimum spurdu halda ikki, borgarstjórar eiga at vera løgtingsfólk samstundis, vísti ein kanning hjá Dimmalætting fyri viku síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634