Vóru til vanda fyri grindaraksturin í Sandavági

Vóru til vanda fyri grindaraksturin í Sandavági
Skotskir myndugleikar hava lagt hald á ein Rib-bát hjá Sea Shepherd, sum løgreglan í Føroyum eftirlýsti
 
04.09.2015 - 07:53

- Ansaleys sigling í sambandi við at grindina í Sandavági 12. august fekk ákæruvaldið í Føroyum at senda út altjóða eftirlýsing eftir RIB-bátinum hjá Sea Shepherd.

Tað sigur Niels Erik Nymark Jensen, chef-politiinspektørur í Føroyum.

Siglingin var til vanda fyri tey, sum vóru við í grindarakstrinum, og sostatt hava tey fýra mótmælisfólkini, sum vóru í bátinum, brotið revsilógina um fyrilitaleysa vandagerð, sigur løgreglan.

Hald lagt á bátin

Atljóða rættarlig áheitan frá ákæruvaldinum í Føroyum var tí orsøkin til, at skotskir myndugleikar løgdu halda á Rib-bátin, sum var umborð á Sea Shepherd-skipinum, Sam Simon, tá hann kom inn til Lerwick í Hetlandi fyrr í vikuni. 

Talsmaðurin fyri skotsku løgregluna sigur við BBC News, at løgreglan í Føroyum hevði eftirlýst bátin og við boðum um at leggja hald á hann. Aðra viðmerking hevði hann ikki, skrivar BBC News.

Løgreglan í Føroyum kannar framvegis málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770