Fínteljingin broytti ikki tingmannabýtið

Fínteljingin broytti ikki tingmannabýtið
Smávegis broytingar vóru, men tær ávirka ikki endaliga úrslitið.
Fínteljingin broytti einki
 
06.09.2015 - 11:00

Fínteljingin av atkvøðum eftir løgtingsvalið týsdagin, broytti einki.

Smávegis broytingar eru hendar í atkvøðutalinum hjá bæði flokkum og valevnum, men broytingarnar ávirka ikki endaliga úrslitið, ið varð kunngjørt valdagin. 

Býtið av tingfólkum er sostatt tað sama: Javnaðarflokkurin átta tinglimir, Tjóðveldi sjey, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin seks og Framsókn, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri fingu tveir tinglimir í part.

Samráðingarnar um at skipa samgongu byrja aftur seinnapartin.

Umboð fyri teir fýra flokkarnar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri sótu út á kvøldið í gjárkvøldið og arbeiddu uppá samgongugrundarlagið.

Ætlanin er at byrja aftur at samráðast kl. fýra seinnapartin.

Úrslitini frá valinum kunnu síggjast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815