Frakland sigur »ja« til 24.000 flóttafólk

Frakland sigur »ja« til 24.000 flóttafólk
Frakland fer næstu tvey árini at taka ímóti 24.000 flóttafólkum. Franski forsetin váttar, at landið tekur undir við ætlanini hjá ES-kommissjónini
Frakland fer at taka ímóti 24.000 flóttafólkum næstu tvey árini, váttar franski forsetin sambært tíðindastovum. Á myndini eru flóttafólk savnað á eini jarnbreytarstøð í Makedónia
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
07.09.2015 - 14:06

Francois Hollande, franski forsetin, váttar, at landið tekur undir við einum útspæli hjá ES-kommissjónin fyri, hvussu 120.000 flóttafólk kunnu hýsast ymsastaðni í Evropa.

- Okkara partur er 24.000 flóttafólk, og vit fara at taka ímóti teimum, sigur Francois Hollande sambært tíðindastovunum, Ritzau og Agence France-Presse.

Greinin heldur fram niðanfyri

Týskland fer at taka ímóti 31.000 flóttafólkum fyri at lætta um hjá Italia, Grikkalandi og Ungarn, sigur ein talsmaður hjá ES-kommissjónini sambært tíðindastovunum.

Fyrstu átta mánaðirnar í ár komu 350.000 flóttafólk til eitt nú Grikkaland, Italia og Spania. Bert í seinastu viku komu fleiri enn 5.000 flóttafólk til Grikkaland, skrivar International Organization for Migration.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497