Annika rýmir úr Fólkaflokkinum

bannari
Annika rýmir úr Fólkaflokkinum
Annika Olsen, ið gjørdist nummar tvey á fólkaflokslistanum til løgtingsvalið, tekur ikki longur undir við politikkinum hjá flokkinum
 
09.09.2015 - 17:41

Ein politisk bumba brast í dag, tá Annika Olsen, fyrrverandi landsstýriskvinna og nummar tvey á fólkaflokslistanum til løgtingsvalið við 961 atkvøðum, boðaði fjølmiðlunum frá, at hon tekur seg úr Fólkaflokkinum.

Annika Olsen skrivar soleiðis í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar:

"Eg taki meg úr Fólkaflokkinum

Í dag hevur undirritaða boðað leiðsluni í Fólkaflokkinum frá, at eg ikki longur eri limur í Fólkaflokkinum.

Orsøkin til hesa avgerð er, at flokkurin og eg ikki draga somu politisku línu, og eg kenni meg ikki aftur í politisku dagsskránni, sum leiðslan stendur fyri.

Orsøkin til, at eg á fyrsta sinni stillaði upp fyri Fólkaflokkin vóru grundsjónarmiðini í stevnuskrá floksins, sum eg av heilum hjarta havi arbeitt og virkað eftir hesi seinastu áttu árini.

Eg harmist um, at hendan stevna er fánað burtur í førda politikkinum hjá flokkinum, og tí er best, at eg traðki aftur, heldur enn at halda áfram at skula vera í andsøgn við tann politikk, sum leiðsla floksins stendur fyri.

Hóast eg persónliga fekk eitt sera gott val, kann úrslitið av løgtingsvalinum ikki tulkast øðrvísi enn at tey, sum stuðla leiðslu floksins og førda politikkin, vunnu valið, meðan liberali vongurin fall.

Eg harmist um at skula siga farvæl við ein flokk, eg havi verið sera góð við, og sum eg stolt havi umboðað. Eg takki somuleiðis so hjartaliga øllum tykkum, sum hava stuðlað mær í Fólkaflokkinum øll hesi árini."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558