Fleiri ung og gomul arbeiða

Fleiri ung og gomul arbeiða
Fleiri tannáringar og fleiri fólkapensjónistar arbeiða nú enn fyri einum ári síðani. Lítla arbeiðsloysið er orsøkin, heldur Hagstovan
Í juni í ár vóru 1.121 fólkapensjónistar á arbeiðsmarknaðinum, meiri enn hundrað fleiri enn í juni í fjør. 138 tannáringar fleiri arbeiða nú enn í fjør
 
11.09.2015 - 10:08

Í juni í ár vóru 1.121 fólkapensjónistar á arbeiðsmarknaðinum, meiri enn hundrað fleiri enn í juni í fjør. Hagstovan hevur kunngjørt tøl um føroysku arbeiðsmegina.

Hagstovan vísir á, at fleiri fólkapensjónistar, tað eru fólk, sum eru 67 ella eldri, eru nú enn fyri einum ári síðani, og tað kann vera orsøkin til, at fleiri fólkapensjónistar arbeiða.

Eisini í hinum endanum í hagtølunum, tí yngsta, er talið størri í ár. 138 tannáringar fleiri arbeiða nú enn í fjør. Hagstovan heldur, at lítla arbeiðsloysið er orsøkin.

Hagstovan skrivar á sínari heimasíðu, at tá arbeiðsloysið er lítið, er eftirspurningurin eftir alternativari arbeiðsmegi stórur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925