Hann sleppur eisini í Løgtingið

bannari
Hann sleppur eisini í Løgtingið
Tórshavnar Býrað hevur samtykt, at Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini sleppur at sita í Løgtinginum, fyribils í eitt ár
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sleppur eisini at sita í Løgtinginum, varð samtykt á býráðsfundi í dag
 
11.09.2015 - 14:53

Býráðsfundur var klokkan 12:30 í dag. Har samtyktu teir sjey býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum, at Heðin Mortensen eisini kann sita í Løgtinginum.

Tjóðveldi, sum situr í andstøðu, atkvøddi ímóti, meðan Fólkaflokkurin ikki greiddi atkvøðu, og umboðið hjá Sambandsflokkinum var ikki á fundi.

SÍ EISINI Biður um frávik so hann kann røkja bæði størvini

Heðin Mortensen, borgarstjóri setti sjálvur býráðsfundin. Av tí at málið snúði seg um hann, fór hann síðani av býráðsfundinum, og Jógvan Arge, varaborgarstjóri setti seg í formanssessin.

Samstundis kom tiltakslimurin hjá Javnaðarflokkinum, Rúni Djurhuus á býráðsfund. Eitt ávíst orðaskifti var á fundinum.

Býráðið átti ikki at umrøtt málið

Á býráðsfundinum varð millum annað varð ført fram, at býráðið ikki átti at umrøtt eitt slíkt mál, tí Løgtingið átti at broytt kommunulógina, so borgarstjórar ikki kunnu sita í Løgtinginum, samstundis sum teir eru borgarstjórar.

Atkvøðugreiðslan var kortini greið. Teir sjey býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri áheitanini frá Heðini Mortensen, um at hann eisini kann sita í løgtinginum.

Tey trý umboðini hjá Tjóðveldi atkvøddu ímóti á býráðsfundinum, meðan hini umboðini hjá flokkinum ikki greiddu atkvøðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025