Ov lítil sild í Russlandi

Ov lítil sild í Russlandi
Russiskir fiskiveiðimyndugleikar biðja nú russisk skip um at landa í Føroyum ella Russlandi. Russland hevur nú eisini sett Íslandi handilsforðingar
 
11.09.2015 - 08:09

Tí eru russarar farnir at stúra fyri, at ov lítil sild verður at fáa í landinum, skrivar norska FiskeribladetFiskaren.

Blaðið skrivar, at forboðið móti at innflyta uppsjóvarfisk úr Íslandi kemur verri við á russiska marknaðinum enn væntað.

Tí heita myndugleikarnir nú á russisk skip um at landa í Russlandi ella í Føroyum, sum Russland ikki boykottar.

Eru longu farin at landa í Russlandi

Russisk reiðarí eru longu farin at landa í Russlandi, millum annað tí at prísurin har er hægri nú eftir nógvu handilsforðingarnar. Men sum ein reiðari sigur, - torført er at vita, hvat hendir í morgin.

Tað veldst um, hvussu russiski rupilin stendur seg í kapping við stóru gjaldoyruni. Russisku fiskiveiðimyndugleikarnir vænta, at russisk skip megna at fiska tað, sum Russland higartil hevur keypt úr Íslandi.

Til 1. juli í ár, tá Ísland kom á svartalistan hjá Putin, keypti Russland 37.600 tons av fiski úr Íslandi, sum vóru 14,4 prosent av øllum russiska fiskainnflutninginum. Í fjør keypti Russland 125.000 tons úr Íslandi, av teimum vóru 66.200 tons sild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194