Nú verður samgonguskjalið undirskrivað

bannari
Nú verður samgonguskjalið undirskrivað
Klokkan fýra í dag verður samgonguskjalið hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn undirskrivað. Kringvarpið sendir beinleiðis
Klokkan fýra verður nýggja samgonguskjalið undirskrivað. Kringvarpið sendir beinleiðis í bæði útvarpinum og sjónvarpinum
 
14.09.2015 - 10:40

Klokkan fýra í dag verður samgonguskjalið hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn undirskrivað. Samgonguskjalið verður undirskrivað í løgtinginum.

Teir tríggir flokkarnir eru eftir samráðingar í slakar tvær vikur vorðnir samdir um, hvussu teir ætla sær at stýra Føroyum næstu fýra árini.

Flokkarnir samdir um býtið á málsøkjum

Flokkarnir eru eisini vorðnir samdir um, hvussu málsøkini í landsstýrinum skulu býtast millum flokkarnar.

Fyrstu dagarnar var Nýtt sjálvstýri eisini við í samgongusamráðingunum, men fór burturúr.

Tað gjørdi flokkurin, tí hann kundi ikki taka undir við ætlaða fiskivinnupolitikkinum, og flokkurin vildi hava fólkaatkvøðu um hjúnabandslógina.

Poul Michelsen setur tingfundin

Fyrsti tingfundurin eftir løgtingsvalið verður í morgin klokkan tíggju. Fyrst skulu valbrøvini hjá teimum valdu og valúrslitið 1. september góðkennast. Tingið velur fimm løgtingsfólk at kanna valbrøvini.

Síðani setur Poul Michelsen, sum er elsti valdi tinglimurin - hann fylti 71 í summar - tingfundin. Síðani er á dagsskránni váttan eftir grein átta í stýrisskipanarlógini.

Greinin sigur, at tá góðkent er, at løgtingsfólk er valt, skal tað leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum og øðrum, sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skipað tað í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð.

Landsstýrisfólkini sett seinnapartin

Síðani velur løgtingið formansskapin, formann og tríggjar næstformenn. Tað fyrsta, sum nýggi løgtingsformaðurin væntandi fer at gera, verður at skjóta upp, at Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, verður valdur til løgmann.

Tingið velur ikki landsstýrisfólkini. Løgmaður tilnevnir landsstýrisfólk. Sum skilst verður samkoma í Tingnesi seinnapartin, har sum løgmansskiftið verður og nýggju landsstýrisfólkini fáa síni setanarskriv.

Tingfundurin verður í morgin klokkan tíggju, tí stýriskipanarlógin sigur, at nývalda løgtingið kemur saman til fundar klokkan 10:00 tólvta yrkadag eftir valdagin.

Kringvarpið sendir beinleiðis, tá samgonguskjalið verður undirskrivað - bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Sendingarnar hoyrast og síggjast eisini á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863