Limir í SU taka seg eisini úr Javnaðarflokkinum

bannari
Limir í SU taka seg eisini úr Javnaðarflokkinum
Enn eina ferð varð politikkurin lagaður eftir snævurskygdum hugburði hjá nøkrum fáum, siga fýra limir í SU
Oda Kjartansdóttir Strøm, forkvinna í SU, vendir nú eisini Javnaðarflokkinum bakið
 
16.09.2015 - 13:20

Beint fyri døgurða sendu limir i SU, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, út tíðindaskriv, har boðað verður frá, at teir ikki longur eru partur av Javnaðarflokkinum. Í skrivinum stendur millum annað:

"Tíverri valdi Javnaðarflokkurin enn eina ferð at boyggja seg fyri teimum, sum ikki vilja, at allir borgarar skulu javnsetast. Enn eina ferð varð politikkurin lagaður eftir snævurskygda hugburðinum hjá nøkrum fáum."

"Vit kenna ikki, at javnaðarhugsjónin verður umboðað, sum hon eigur og skal í einum Javnaðarflokki," stendur í tíðindaskrivinum.

Sonja ringa viðferð

Umframt hetta eru vit serstakliga hørm um ta viðferð, Sonja Jógvansdóttir hevur fingið í Javnaðarflokkinum. Tað er fulkomiliga óhoyrt, at ein politikari, sum hevur fingið yvir 1000 persónligar atkvøður, verður settur uttan fyri ávirkan. Tað er at halda veljaran fyri gjøldur. 

Tað hevði ikki kostað nakað at nevnt borgarliga vígslu í samgonguskjalinum, siga ungu javnaðarfólkini. 

- Vit vóru vónrík valnáttina og sóu fyri okkum, at nú var tíðin endiliga komin, har homofobarnir høvdu mist takið. Men vit síggja í dag, at so er tíverri ikki, siga tey fýra fólkini, sum hava tikið seg úr SU.

Teirra millum er forkvinnan. Oda Kjartansdóttir Strøm, sum sjálv stillaði upp á javnaðarlistanum til løgtingsvalið. Hon vildi ikki vera við í tíðindasendingini í útvarpinum á døgverða í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860