Sámal Erik Hentze skal venja Víking

Sámal Erik Hentze skal venja Víking
Sámal Erik Hentze og Víkingur hava í kvøld skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár
Sámal Erik Hentze skal nú royna at fáa Víking heilt upp í toppin í føroyskum fótbólti. Hann hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við Víking
 
16.09.2015 - 21:40

Tað verður Sámal Erik Hentze, sum frá komandi ári skal standa á odda fyri besta liðnum hjá Víkingi. Sáttmáli er gjørdur fyri komandi kappingarár, skrivar vikingur.fo í kvøld.

Sorin Anghel, sum í løtuni er hjálparvenjari hjá Sámal Eriki í AB, fylgir við til Víking.

Víkingur hevur undir Sigfríði Clementsen vunnið steypakappingina fýra ferðir. Felagið hevur eisini spælt seg víðari í evropeiskum kappingum.

Víkingur fer eisini at styrkja leikarahópin

Men enn er felagið ikki endað hægri enn á einum triðja plássi í landskappingini. Sámal Erik Hentze skal nú royna at fáa Víking heilt upp í toppin í føroyskum fótbólti. 

Sum skilst fer Víkingur eisini at styrkja leikarahópin. Hans Pauli Samuelsen, B36, váttaði fyrr í dag fyri Norðlýsinum, at hann í løtuni tosar við Víking um sáttmála.

Víkingur vann fyrr í ár steypakappingina og er í løtuni á triðja plássi í landskappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846