Færri og færri limir í fólkakirkjuni

Færri og færri limir í fólkakirkjuni
Færri og færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni. Seinastu 15 árini hevur gongdin bert verið ein veg, vísa tøl hjá Hagstovuni
Alsamt færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni. Seinastu 15 árini er talið á føroyingum, ið eru limir í føroysku fólkakirkjuni, minkað støðugt. Talið er nú 2,7 prosent minni enn í 2000
 
19.09.2015 - 12:51

Tað verður longri og longri millum tey - fólkini, sum hvønn sunnudag seta seg á beinkirnar í føroysku fólkakirkjuni, sambært tølum hjá Hagstovu Føroya.

Í øllum førum um hugt verður at talinum á fólki, sum eru limir í fólkakirkjuni í Føroyum. Seinastu 15 árini hevur gongdin bert verið ein veg.

Ymiskt frá prestagjaldi til prestagjald

Í 2000 vóru 84,3 prosent av øllum føroyingum limir í fólkakirkjuni. Nú er talið komið niður á 81,6 prosent. Sostatt er talan um eina minking uppá 2,7 prosent seinastu 15 árini, um hugt verður at miðaltølunum fyri alt landið.

Tað er tó munur á teimum ymisku prestagjøldunum í landinum. Størsta afturgongdin hevur verið í Sjóvar prestagjaldi. Har eru 4,5 prosent færri limir í fólkakirkjuni nú í mun til 2000.

Minsta afturgongdin seinastu 15 árini hevur hinvegin verið í prestagjaldinum í Nesi. Har var minkingin 1,5 prosent frá 2000 til ársbyrjanina í ár.

Tølini fortelja ikki alla søguna

Tølini siga tó einki um orsøkina til at færri limir eru í føroysku fólkakirkjuni. Tí ber ikki til at siga, um tað er tí at føroyingar tilvitað melda seg úr fólkakirkjuni, ella um orsøkin er ein onnur.

Um hugt verður at teimum einstøku prestagjøldunum, hevur fólkakirkjan best undirtøku í Vágum. Í Vága prestagjaldi eru 91,7 prosent av fólkinum limir í fólkakirkjuni.

Verri er tó statt í Norðoyggjum. Har eru til samanberingar "bert" 63,7 prosent av fólkunum limir í fólkakirkjuni, sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221