Seta og landsstýrið í rættin um Anitu

Seta og landsstýrið í rættin um Anitu
Felagið vil hava landsstýrið dømt at viðganga, at tað var ikki rætt at taka fiski- og veiðiloyvið frá garnaskipinum Anitu
 
22.09.2015 - 08:06

Fríggjadagin 2. oktober verður fyrireikandi rættarfundur millum partafelagið Seta og Føroya Landsstýri.

Seta vil hava rættin at døma Føroya Landsstýri og Løgmansskrivstovuna at viðganga, at tað ikki var rætt av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, at taka fiskiloyvið og veiðiloyvið frá garnaskipinum Anitu fyri sløkum ári síðani.

Málið ímóti garnaskipinum Anitu byrjaði í februar í fjør, tá skipið misti ein mann, meðan teir royndu við gørnum vestan fyri Føroyar.

Tá kom undan kavi, at skipið hevði brotið lógina um vinnuligan fiskiskap, og í apríl í fjør mælti Vørn Fiskimálaráðnum til at taka veiði- og fiskilioyvið frá Anitu, til dómur var fallin í málinum.

Seinast í oktober í fjør gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, av, at taka øll veiði- og fiskiloyvi frá Anitu frá 1. november í fjør.

Góðtók ikki avgerðina

Pf. Seta góðtók ikki avgerðina, og boðaði frá at málið fór í rættin, og at reiðaríið fór at krevja endurgjald. Samstundis sendi felagið Løgtingsins Umboðsmanni eina kæru um avgerðina hjá løgmanni.

6. november í fjør stevndi Seta Landsstýrinum og Løgmansskrivstovuni.

Sakarkravið var, at Løgmansskrivstovan verður dømd at viðurkenna, at avgerðin um at taka veiði- og fiskiloyvini frá garnaskipinum Anitu er tikin av órøttum, og tí er hon ólóglig. Harafturat vildi reiðaríið hava endurgjald, sum fyribils var sett til 50.000 kr.

Skipari og reiðari dømdir

17. desember í fjør fall dómur í rættinum, og tá vórðu bæði skipari og reiðari dømdir at rinda bót fyri brot á lógina um vinnuligan fiskiskap. Í apríl í ár, tók Kaj Leo Holm JOhannesen, løgmaður so avgerð um, at garnakipið Anita skuldi missa rættin at fiska í føroyskum sjógvi til 31. august næsta ár.

Avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni er nógv linari enn tilmælið frá Vørn, sum bað Løgmansskrivstovuna taka bæði veiðu- og fiskiloyvið frá Anitu med alla, og í mai segði Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, at tað hevði verið rætt at tikið øll loyvi frá Anitu med alla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717