ES-lond býta 120.000 flóttafólk millum sín

ES-lond býta 120.000 flóttafólk millum sín
Kekkia, Slovakia, Rumenia og Ungarn eru ímóti avtaluni, og tað er óvanligt at hava atkvøðugreiðslu í ES um slíkar spurningar
 
23.09.2015 - 10:09

ES-stjórnarleiðararnir noyðast at gera eitt stórt diplomatiskt arbeiði, tá teir hittast í kvøld at viðgera avtaluna um at býta tey 120.000 flóttafólkini, sum ein meiriluti av ES-londunum samtykti í gjár. 

Tí fýra lond - Kekkia, Slovakia, Rumenia og Ungarn - atkvøddu ímóti avtaluni, og tí mugu stjórnarleiðararnir gera alt, teir kunnu, at sannføra hesi londini um, at avtalan er rætta loysnin. 

Tað sigur Karen Axelsson, politiskur greinari hjá DR.

Óvanligt at atkvøða

Og tað er heldur óvanligt, at spurningurin um býti av flóttafólkunum endaði við einari slíkari atkvøðugreiðslu í ES, sigur Marlene Wind, professari á  lærda háskúlanum í Keypmannahavn. 

Tí siðvenja er, at ES-skipanin roynir at finna einmæltar semjur í slíkum spurningum, og tí var atkvøðugreiðslan eitt stórt og heldur óvanligt stig, sigur hon við DR.

Karen Axelsson leggur aftrat, at ein slík atkvøðugreiðsla ongantíð fyrr hevur verið um ein so viðkvæman spurning. 

Men ES-londini megnaðu ikki at gera eina einmælta semju, hóast samáðingar hava verið millum ES-formannsskapin og eysturevropeisku londini í nógvar dagar. Tí varð neyðugt við eini atkvøðugreiðslu, sigur hon. 

Kann enda í ES-rættinum

Taka Kekkia, Slovaka, Rumenia og Ungarn ikki ímóti teimum flóttafólkunum, sum avtalan ásetur, so kann málið enda í ES-rættinum, har londini kunnu enda við at fáa bøtur.

Á fundinum í kvøld ES-leiðararnir eisini at viðgera spurningin, hvat nú skal gerast til tess at byrgja fyri flóttafólkastreyminum.

Forsætisráðharrin í Fraklandi, Francois Holland, og forsætisráharrin í Bretlandi, David Cameron, hittust í gjár, og teir eru á einum máli um, at fyrst má ein loysn finnast í krígsherjaða Sýrialandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866