Handilsfólk vilja hava neyvari vegleiðing

Handilsfólk vilja hava neyvari vegleiðing
Felagið vil hava at vita, nær atferðin hjá brúkarum er avlagað, tí brúkarin fær ikki alt at vita um eitt tilboð
 
24.09.2015 - 08:22

Handilsvinnufelagið heldur, at Brúkaraumboðið eigur at skriva í sína vegleiðing um sølufremjandi tiltøk og tilboð, hvat orðini "at búskaparlig atferð brúkarans greidliga kann avlagast" veruliga merkja.

Felagið vil hava at vita, nær atferðin hjá brúkarum er avlagað, tí brúkarin fær ikki alt at vita um eitt tilboð.

Brúkaraumboðið hevur gjørt vegleiðing um grein níggju í marknaðarføringarlógini, sum kom í gildi 1.juni í ár.

Greinin er um upplýsingarskyldu hjá teimum, sum royna at selja meira við tilboðum.

Skal tryggja upplýsingar

Endamálið við lógargreinini er at tryggja teimum sum keypa, allar upplýsingar um tilboðið, sum freistar tey.

Brúkarin eigur at fáa alt at vita um tilboðið, - ella sølufremjandi átakið, sum tað eitur í lógini.

Brúkaraumboðið hevur gjørt vegleiðing um grein 9 í lógini um marknaðarføring.
  
Í sjálvari lógargreinini stendur millum annað, at "týðandi upplýsingar, til dømis virðið á eykaveitingum, sum greidliga kunnu avlaga búskaparligu atferð brúkarans, mugu ikki leggjast burturímillum". 

Í hoyringarsvari sínum vil Handilsvinnufelagið hava við í vegleiðingina hjá Brúkaraumboðnum, hvussu orðini búskaparligu atferð brúkarans skulu skiljast, og nær hendan atferðin greidliga avlagast. 

Handilsvinnufelagið nevndi eisini hetta, tá tað fekk sjálva lógarbroytingina til hoyringar frá Vinnumálaráðnum

Slagtilboð

Grein 9 umfatar eisini tað, sum vinnan kallar slagtilboð. 

Tað er, tá tann, sum hevur eitt tilboð, veit, at vøran ella tænastan í tilboðnum bara er til í avmarkaðari nøgd og vandi tí er fyri, at øll, sum vilja taka av tilboðnum, ikki fáa tað, tí útselt er.

Í slíkum førum eigur tann, sum bjóðar tilboðið, at gera vart við, at nøgdin er avmarkað.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775