Setanin ruggar ikki rætt

Setanin ruggar ikki rætt
Almenni setanarpolitikkurin var settur til viks, tá ið nýggjur økisleiðari var settur á Sandoy. Tað heldur felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
 
25.09.2015 - 09:36

Almenni setanarpolitikkurin var settur til viks, tá ið nýggjur økisleiðari var settur fyri økistænastuna í Sandoyar sýslu. Tað heldur felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
 
Orsøkin er, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar søktu starvið, og tær eru ónøgdar við, at ein við styttri útbúgving hevur fingið starvið.

Í gjár varð almannakunngjørt, at Randarsól Kristiansdóttir, ið er heilsurøktari, varð sett í starvið. 

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur heitt á limirnar, sum søktu starvið, um at fáa útgreinaða grundgeving, og so ætlar felagið sær víðari við málinum. 

Sambært felagnum hava sjúkrarøktarfrøðingar einki umboð havt í setanarbólkinum, og álitisumboðini hava ikki fingið svar uppá fyrispurningar sínar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891