Keypmannahavn rennur undan restini av Danmark

Keypmannahavn rennur undan restini av Danmark
Búskaparvøksturin og privata nýtslan eru munandi størri í danska høvuðstaðnum enn aðrastaðni í landinum.
 
03.10.2015 - 10:23

Tað gongur væl í danska høvuðstaðnum Keypmannahavn - og munandi betur enn aðrastaðni í landinum.

Tað skrivar Berlingske í dag. 

Búskaparvøksturin í Keypmannahavn er millum trý og fýra prosent. Tað er tvífalt vøksturin, sum er væntandi aðrastaðni í Danmark, sigur Tore Stramer, greinari hjá fíggingarstovninum Nykredit.

Munurin millum millum høvuðstaðin og restina av Danmark sæst eisini í privatu nýtsluni hjá íbúgvunum.

Meðan privata nýtslan í miðal er minkað millum 5 og 12 prosent síðani áðrenn fíggjarkreppuna, brúka íbúgvarnir í Keypmannahavn hálv fimta prosent fleiri pengar í dag.

- Framgongdin er so stór í Keypmannahavn, tí har eru fleiri í arbeiði enn áðrenn kreppuna. So er ikki aðrastaðni í landinum, sigur Steen Bocian, búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, við Berlingske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444