Fiskimaður: Rækjur doyggja av eitri ímóti laksalús

Fiskimaður: Rækjur doyggja av eitri ímóti laksalús
Eitrið, sum alivinnan í Noregi brúkar ímóti laksalús, ávirkar rækjurnar. Rækjurnar eru minni, sjúkar og doyggja eisini, sigur ein fiskimaður
Eitrið, sum alivinnan í Noregi brúkar ímóti laksalús ger, at rækjurnar eru minni, sjúkar og eisini doyggja, sigur ein rækjufiskari
 
05.10.2015 - 11:50

Alibrúkini hava broytt alt, siga rækjufiskarar í Noregi sambært NRK.Rækjurnar gerast sjúkar ella minni - ella eru tær horvnar.

Eisini villfiskurin er raktur av eitrinum, og tað er ikki gott, sigur Ulf Garstad, ið hevur fiskað rækjur í norskum firðum í meira enn 40 ár.

Myndugleikarnir gera einki

Alibrúkini brúka so nógv sløg av eitri fyri at sleppa av við lúsina, at tað ávirkar lívið í sjónum. Fyri nøkrum árum síðani vóru royndir tiknar av rækjunum, tí skelin hevði fingið skaða.

Tá tær royndirnar vórðu tiknar fyri nøkrum árum síðani, varð lúsaevnið Diflubenzuron funnið í rækjunum. Vit boðaðu myndugleikunum frá hesum, men einki hendi, sigur Ulf Garstad.

Eisini avføringur frá alifiski dálkar illa. Fiskakloakkin týnir stór øki. Fyrr var ríkt gróðrarlív á botninum, nú er tað slíggjut og deytt.

Í øðini inn á alivinnuna

- Lúsavatnið, sum teir reinsa laksin fyri lús í, dálkar eisini. Tað lata teir renn beint út í fjørðin, sigur norski rækjufiskarin, Ulf Farstad, sambært NRK.

- Hetta er týdningarmikil orsøk til, at næstan ongar rækjur eru eftir í norsku firðunum á vesturlandinum og norðeftir til okkum her í Trøndelag, sigur Ulf Garstad.

Hann heldur ikki, tað hjálpir, at alibrúkini halda seg innanfyri lógarkrøvini. Sum tíðin líður við so nógvum útláti, raka og ávirka vit natúrligu gongdina. Tað mugu politikkarar skjótt duga at síggja, sigur Ulf Garstad.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863