Fingu ikki møguleika at viðgera broytingar áðrenn

Fingu ikki møguleika at viðgera broytingar áðrenn
Arbeiðsgevarar finnast at landsstýrinum, tí teir ikki fingu líkinda møguleika at viðgera broytingar í barsilsskipanini áðrenn lógin varð broytt
 
28.10.2015 - 11:25

Arbeiðsgevarar finnast harðliga at landsstýrinum fyri at áleggja arbeiðsmarknaðinum stóra eykaútreiðslu uttan at geva teimum, sum skulu gjalda, líkinda møguleika at viðgera broytingarnar í lógini um barsilsskipanina.

Hoyringarfreistin var bara ein vika. Føroya arbeiðsgevarafelag bað um longri freist, men svarið var nei. Tað tykist sum broytingarnar í barsilsskipanini skulu skundast ígjøgnum, uttan at avvarðandi hoyringarpartar fáa veruligan møguleika at koma við grundaðum svari.

Óheppið tekin at senda

Sigast má, at hetta er ógvuliga óheppið tekin frá nýggja landsstýrinum, siga Arbeiðsgevarafelagið, Handverksmeistarafelagið, Prentsmiðjufelagið, Arbeiðsgevarafelag hjá fíggjarstovnum í Føroyum og Reiðarafelagið fyri farmaskip.

Feløgini mæla frá at samtykkja ætlaðu broytingarnar í barsilslógini. Føroya arbeiðsgevarafelag sigur millum annað, at tað hevur fyrr víst á, at bæði foreldur eiga at sleppa at býta barnsburðarfarloyvið millum sín soleiðis, sum tey vilja.

Kanska eigur øll barsilsskipanin sum hon er at verða endurskoðað, so hon hóskar betur til tørvin hjá ymsu foreldrunum, í staðin fyri áhaldandi at gera smáar broytingar við stuttum millumbilum, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109