- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítil ivi longur, bumba var í russiska flogfarinum
Alsamt meira bendir á, at ein bumba var um borð á russiska ferðafólkaflogfarinum, sum datt niður 23 minuttir eftir fráferð úr Sharm el-Sheik floghavnini í Egyptalandi leygardagin í síðstu viku.
Sambært tíðindastovuni CNN eru leiðandi embætisfólk í amerikansku fregnartænastunum og hermegini rættuliga sannførd.
- Vit kunnu siga við 99,9 prosenta vissu, at ein bumba var umborð, sigur eitt embætisfólk við CNN.
Avlurta samrøður
Bretskar og amerikanskar fregnartænastur hava sporað og lurtað eftir samrøðum millum fólk hjá yvirgangsfelagsskapinum ISIS á Sinainesinum og fólk hjá felagsskapinum í Raqqa í Sýria. Og hesar samrøður styrkja ástøðið um, at talan var um eina bumbuatsókn.
Fregnartænasturnar hava samanborið hesar samrøður við tað, sum hendi umborð á Airbus A321 flogfarinum lagnuminuttirnar. Og sambært CNN eru samrøðurnar millum ISIS-fólkini rættuliga neyvar í so máta.
Fyrstu kanningar av svørtu kassunum frá flogfarinum benda á tað sama. Sambært altjóða fjølmiðlum siga álítandi keldur tætt við serfrøðingarnar, sum kanna svørtu kassarnar, at á upptøkunum hoyrist ein spreinging. Ei heldur er nakað tekin um tøknilig brek umborð.
Egyptisku myndugleikarnir hava higartil ikki vilja váttað, at ein bumba var orsøkin til flogvanlukkuna, har 224 fólk lótu lív.