Miða eftir at yvirtaka familjurætt sum skjótast

Miða eftir at yvirtaka familjurætt sum skjótast
Landsstýriskvinnan sigur í uppriti, sum hon legði fyri landsstýrið mánadagin, at miðað verður eftir at yvirtaka málsøkið skjótast til ber
Í seinasta lagi 9. desember skal danska Almanna- og innlendismálaráðið hava gjørt ein arbeiðssetning um ætlanina hjá samgonguni um at yvirtaka familjurætt í hesum valskeiðinum
 
15.11.2015 - 11:13

Í seinasta lagi 9. desember skal danska Almanna- og innlendismálaráðið hava gjørt ein arbeiðssetning um ætlanina hjá samgonguni um at yvirtaka familjurætt í hesum valskeiðinum.

9. oktober 2015 var fundur í danska Almanna- og innlendismálaráðnum. Á fundinum vóru eisini fólk úr Forsætismálaráðnum, Løgmálaráðnum, Løgmansskrivstovuni og Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Avtalað varð, at Almanna- og Innlendismálaráðið innan ein til tveir mánaðir ger uppskot um arbeiðssetning. Samstundis er ætlanin at orða eina yvirlýsing, sum landsstyriskvinnan og danski ráðharrin undirskriva.

Yvirlýsing skal tryggja at freist verður hildin

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur í uppriti, sum hon legði fyri landsstýrið mánadagin, at miðað verður eftir at yvirtaka málsøkið skjótast til ber og helst í fyrra hálvári 2016.

Endamálið við slíkari yvirlýsing er, at partarnar binda seg til at raðfesta málið og seta eina freist. Síðani skal ein arbeiðsbólkur við føroyskum og donskum embætisfólkum arbeiða víðari viõ málinum.

Ein frágreiðing um yvirtøku varð longu gjørd í 2013, og hon skal vera grundarlagið undir arbeiðinum, sum nú skal gerast.

Familjurættur umfatar millum annað hjúnabandslógina, hjúnaskilnað, ættleiðing og barnapengar. Familjurættur er eisini persónsrættur og arvarættur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846