Tollmálið: Fríkend í Eystara landsrætti

Tollmálið: Fríkend í Eystara landsrætti
Tey fýra fjølmiðlafólkini, sum Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, stevndi fyri ærðumeiðing, eru í morgun fríkend. Les allan dómin her
Fýra fjølmiðlafólk eru í morgun fríkend í Eystara landsrætti í sonevnda tollmálinum. Fyrrverandi landsstýrismaðurin skal gjalda 376.200 krónur í sakarmálskostnaði
 
18.11.2015 - 09:34

Dia Midjord, kringvarpsstjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, Jan Lamhauge, tíðindamaður, og Sveinur Tróndarson, táverandi redaktørur á portal.fo, eru í morgun fríkend í Eystara landsrætti.

Tak dómin niður her: Udskrift af Østre landsrets dombog

Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, stevndi í juni mánað 2014 tey fýra fjølmiðlafólkini fyri ærumeiðing tí hann kendi seg órættvíst viðfarnan av Kringvarpinum og Portalinum.

Tey fýra fjølmiðlafólkini vórðu í fyrsta umfari funnin sek í ærumeiðing, tá Føroya rættur feldi dóm í málinum 25. februar í ár. Eystari landsrættur var kortini ikki samdur í dóminum.

Skal gjalda 376.200 krónur

Eystari landsrættur hevur í morgun fríkent tey fýra fjølmiðlafólkini fyri ærumeiðing, nú dómur er sagdur í sonevnda tollmálinum, ið byrjaði stutt fyri jól í 2013.

Rætturin viðmerkir, at tað var ikki heimild fyri yvirskriftini Snýtti við tolli: Fíggjarmálaráðharrin snýtti landskassan fyri 600.000 krónur í greinini, ið kom á portal.fo 19. desember 2013.

Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, skal gjalda 376.200 krónur tilsamans í sakarmálskostnaði. 125.600 krónur til Svein Tróndarson og 250.600 krónur til kringvarpsfólkini.

Landsstýrismaðurin fekk viðhald í Føroya rætti

Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður, stevndi Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, tíðindamanni, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi redaktøri á Portalinum, fyri ærumeiðing.

Tá málið var fyri í Føroya rætti, fekk Jørgen Niclasen viðhald frá rættinum í øllum ákærum sínum móti teimum trimum kringvarpsfólkunum og fyrrverandi starvsfólkinum hjá Portalinum.

Tey fýra fjølmiðlafólkini vórðu 25. februar dømd at rinda 50.000 krónur í endurgjaldi og dagbøtur. Kringvarpsfólkini og Sveinur Tróndarson skutu dómin inn fyri Landsrættin, ið nú hevur kunngjørt dómin í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564