Tingast um støðuna hjá bjargingarfólkum

Tingast um støðuna hjá bjargingarfólkum
Í dag verður fundur í Vanlukkutryggingarráðnum um støðuna hjá teimum, sum sjálvboðin manna bjargingarbátarnar
Fundur verður í dag í Vanlukkuráðnum um støðuna hjá teimum, sum sjálvboðin manna bjargingarbátarnar
 
26.11.2015 - 10:09

Ivi er um tryggingarnar hjá hesum sjálvbodnu fólkunum, og tí liggja bátarnir, allir uttan Ziska í Klaksvík, til greiða er fingin á tryggingarviðurskiftunum.

Ivin kom til sjóndar, tá ein ung kvinna, sum sjálvboðin var við bjargingarbátinum Lív, fekk skaða í knæið. Hon kundi onga skaðabót fáa, tí eingin trygging var, sum tók við.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur svarað Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, sum spurdi um tilbúgvingina á sjónum.

Brimil tøkur aftur í morgin

Høgni Hoydal svarar, at hann hevur fingið at vita frá Samferðslumálaráðnum, at fundur verður í Vanlukkutryggingarráðnum í dag um vantandi trygging hjá bjargingarfólkum.

Fiskimálaráðið tekur málið upp í samskifti við Samferðslumálaráðið eftir viðgerðina í Vanlukkutryggingarráðnum. Høgni Hoydal sigur eisini, at seinastu árini hevur játtan bara verið til at manna Tjaldrið helvtina av árinum.

Brimil hevur verið á beding, men verður tøkur aftur í morgin. Danska sjóverjuskipið Triton hevur verið til venjingar í Noregi, og skuldi eftir ætlan vera aftur í Føroyum í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816