Nú fáa fátøku familjurnar kanska loksins pening

Nú fáa fátøku familjurnar kanska loksins pening
Frá 1. januar fáa fátækar barnafamiljur pengar úr landskassanum, um Løgtingið samtykkir uppskotið um familjuískoyti, sum kom í tingið týsdagin
Stakir uppihaldarar fáa 18.000 krónur um árið fyri fyrsta barnið, samtykkir Løgtingið uppskotið um familjuískoyti, ið kom í Løgtingið fyrr í vikuni
 
26.11.2015 - 08:36

Stakir uppihaldarar fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum ikki eru støk, fáa 22.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum hava fleiri enn eitt barn, fáa síðani 5.000 kr. afturat fyri hvørt barnið.

Sostatt fáa støk foreldur, sum hava trý børn til dømis, 28.000 krónur um árið. Endamálið er at hjálpa barnafamiljum, sum hava smáar inntøkur og trong kor.

Ískoytið minkar stigvíst við inntøkuni

Fult familjuískoyti fáa tey, sum hava minni enn 190.000 krónur í inntøku um árið. Ískoytið minkar stigvíst, so hvørt sum inntøkan fer upp um 190.000 krónur

1. august 2016 hækkar markið tó fyri, at familjuískoytið byrjar at lækka, upp í 200.000 kr. Tá inntøkan er komin upp í 275.000 kr. hjá støkum og 295.000 kr. hjá teimum, sum ikki eru støk, steðgar familjuískoytið.

Landsstýrið hevur sett av 8,6 milliónir krónur til familjuískoytið í fíggjarlógini fyri 2016. Harafturat koma pengar til at umsita skipanina.

Tung skipan at umsita

Skipanin krevur ikki sørt av umsiting, tí nógvar treytir og nógv krøv eru í lógaruppskotinum, sum saman við viðmerkingum er 18 síður.

Umsitingin fer at kosta tvær milliónir krónur um árið umframt hálva millión í stovningarkostnaði. Almannamálaráðið væntar, at serliga fólk í útbúgving og fólk, sum ikki arbeiða fulla tíð, fara at fáa størsta familjuískoytið.

Í okkurt um triðja hvørjum húski, sum fara at fáa familjuískoyti, eru ein ella fleiri, sum eisini fáa lestrarstuðul, stendur í viðmerkingunum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902