Óvist um felagið klárar sínar skyldur

Óvist um felagið klárar sínar skyldur
Lukkast tað ikki at koma á mál við fígging ella einari handilsligari loysn, er lítið sannlíkt at Atlantic Petroleum klárar sínar skyldur í 2016
Enn er møguleiki at koma á mál við fígging ella einari handilsligari loysn. Men lukkast tað ikki, er lítið sannlíkt at Atlantic Petroleum klárar sínar skyldur í 2016
 
30.11.2015 - 08:14

Enn er møguleiki at koma á mál við fígging ella einari handilsligari loysn. Men lukkast tað ikki, er lítið sannlíkt at felagið klárar sínar skyldur í 2016.

Tað fer tá undir umsiting, sigur Ben Arabo, stjóri í P/F Atlantic Petroleum, sum í dag leggur fram úrslitið í triðja ársfjórðingi 2015.

Tøki peningurin 34 mió., eginognin 314,6 mió.

Nettotapið var 112,6 milliónir krónur. Tøkur peningur var 34 milliónir krónur, og eginognin hjá Atlantic Petroleum var 314,6 milliónir krónur tann 30. september.

- Framleiðslukostnaðurin á oljuleiðunum er hægri enn oljuprísurin, og støðan er tí ikki haldbar. Vit royna enn at fá til vegar fígging ella eina loysn á Orlando útbyggingini, sum krevur nógvan pening, sigur Ben Arabo.

Úrslitið kemur um dagar ella vikur, men tað er óvist, sigur hann. Til 1. oktober var framleiðslan hjá Atlantic Petroleum í miðal 1338 tunnur um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858