Fleiri dottin í hálkuni

Fleiri dottin í hálkuni
fínir skógvar, kenning og glerstoyttir vegir er ikki ein góður sjussur. Fleiri eru komin til skaða í hálkuni í nátt
 
13.12.2015 - 10:09

Nógv fólk vóru í býnum í Havn í nátt  og nógv eru dottin í hálkuni, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. 

Onkur hevur fingið snudd í høkuna, ein var dottin við glasi í hondini og hjá einum fór knæið úr lið.

Á Leirvíksvegnum gleið ein bilur og rend á ein pela. Eingin persónskaði var, men bæði bilurin og pelin fóru illa. Vakthavandi sigur, at bilurin koyrdi ov skjótt eftir umstøðunum.

Løgreglan var á eftirlitsferð á skeinkingarstøðunum í Havn í nátt. 

Á einum skeinkingarstaði sótu nøkur ung, sum vóru yngri enn 18 ár. Tað vísti seg tó, at tey høvdu einki fingið at drekka á skeinkingarstaðnum. Men ungu fólkini vóru kortini rikin á dyrð, tí tú skalt verða 18 ár fyri at vera á skeinkingarstaði.

Løgreglan hevur eisini gjørt fyribyrgjandi arbeiði móti harðskapi í nátt. Tað er, tá løgreglan er sjónlig í býarlívinum og vitjar á skeinkingarstøð. 

Men hon fær ikki verið allastaðni í senn. 

Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan í Havn boð um, at ein kona varð sligin. Tað vísti seg, at tað var samlivari hennara, sum hevði sligið. 

Konan er avhoyrd, men maðurin var so fullur, at neyðugt var at taka hann við á politistøðina at sova rúsin av sær. Hann verður avhoyrdur seinni í dag.

Vakthavandi sigur, at samlivarin verður skuldsettur fyri harðskap. Fleiri vitni sóu hendingina.

Í Vági fóru tveir menn til hendurs. Talan var um ein føroying og ein útlending. Løgreglan kom á staðið og fekk tosa menninar til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120