Grønlendski útflutningurin minkar

Grønlendski útflutningurin minkar
Sambært tølum frá grønlendsku hagstovuni, so minkaði útflutningurin við 12 prosentum í 2015
Minni útflutningur av uppsjóvarfiski er høvuðsorsøk til vánaligu útflutningstølini hjá Grønlandi í ár
 
22.12.2015 - 10:29

Higartil í ár hevur Grønland útflutt fyri 237 milliónir minni enn sama tíðarskeið í fjør. Tað er serliga vánaliga makrel-vertíðin, sum er orsøk til afturgongdina, skrivar blaðið sermitsiaq.gl.

Útflutningurin av upsjóvarfiski er minkaður við 69,1 prosenti samanborið við sama tíðarskeið í 2014.

Grønland útflutti í triðja ársfjórðingi í ár fyri góðar 1.8 milliardir krónur.

Lítil minking í innflutningi

Sama tíðarskeið innflutti Grønland fyri áleið 2.9 milliardir krónur. Tað eru 21 milliónir ella 0.7 prosent minni enn somu tíð í fjør. 

Orsøkin til tað er í høvuðsheitinum minni innflutningur av maskinum og flutningstólum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762