Oljuprísurin í Saudiarabia hækkar 40 prosent

Oljuprísurin í Saudiarabia hækkar 40 prosent
Saudiarabia hevur triðja árið á rað undirskot á fíggjarlógini orsakað av fallandi oljuprísinum. Neyðugt er at hækka oljuprísin í landinum
Oljuprísurin í heimsins størsta oljuútflytaralandi, Saudiarabia, hækkar í dag við 40 prosentum. Triðja árið á rað hevur landið undirskot á fíggjarlógini orsakað av fallandi oljuprísunum
Mynd: AP  
 
29.12.2015 - 09:08

Heimins størsti oljuútflytari, Saudiarabia, fer at hækka prísin á bensini 40 prosent longu í dag, skrivar almenna saudiarabiska tíðindastovan, Saudi Press Agency.

Tað kom fram, tá fíggjarlógin fyri næsta ár varð løgd fram. Væntað verður, at saudiarabar fara at hava 87 milliardir dollarar, slakar 600 milliardir krónur, í undirskoti.

Onnur ting verða eisini dýrari

Eftir ráðharrafund undir leiðslu av Salman kongi er greitt, at tað eisini verður dýrari at brúka streym, vatn, diesel og petroleum, skrivar almenna saudiarabiska tíðindastovan.

Saudiarabia stríðist, eins og onnur oljulond í Persiska flógvanum, við búskapin, eftir at prísurin á olju av álvara er lækkaður hetta seinasta árið.

Stríðið millum heimsins størstu oljuútflytarar hevur trýst prísirnar so langt niður sum ongantíð fyrr, nú prísurin í Saudiarabia hækkar við 40 prosentum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527