- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hjúnabandslógin bleiv jólatrøll men er ikki gloymd

Broytingarnar í hjúnabandslógini gjørdust jólatrøll, men eru ikki gloymdar.
Tvørtímóti eru tær fyrsta málið, sum løgtingið fer at viðgera í nýggja árinum sambært kalendaranum hjá løgtinginum.
Fyrsti fundur í ár
Eingin tingfundur er settur á skrá enn, men fyrsti fundurin í nýggja árinum verður í Trivnaðarnevndini tann 19. januar.
Á skránni fyri tann fundin er hjúnabandslógin. Uppskot er um at broyta lógina, so samkynd kunnu blíva gift borgaraliga.
Aðrar nevndir
Trivnaðarnevndin hevur tó bara tað eina uppskotið um hjúnabandslógina, hini bæði eru ávikavist í Rættarnevndini og Mentanarnevndini. Eingin fundur er ásettur í teimum báðum nevndunum.
Serlig eftirlønarskipan
Á ársins fyrsta fundi fer Trivnaðarnevndin eisini at viðgera eitt uppskot hjá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum um eina serliga eftirlønarskipan til sjómenn og onnur, sum vegna slit ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul og gerast fólkapensjónistar.



























