Marknaeftirlit sett í verk við týska markið

Marknaeftirlit sett í verk við týska markið
Danska stjórnin setir nú marknaeftirlit í verk við týska markið. Tað er neyðugt, sigur danski forsætisráðharrin
Marknaeftirlit verður nú sett í verk við týska markið, sigur danski forsætisráðharrin. Á myndini flóttafólk í Danmark í august í summar
 
04.01.2016 - 13:34

- Hetta er neyðugt fyri at ansa eftir Danmark. Tað boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, frá á tíðindafundi um middagsleitið.

Svøríki setti í morgun eisini markaeftirlit í verk við brúnna um Oyrasund. Noreg og Finnland hava eisini sett ávís tiltøk í verk fyri at tálma flóttafólkastreyminum til londini.

Í fráboðanini viðurkennir forsætisráðharrin, at talan er um eitt stórt stig at taka. Lars Løkke Rasmussen sigur samstundis, at hetta er neyðugt fyri at ansa eftir Danmark, sum hann tekur til.

90.000 flóttafólk longu komin til Danmarkar

Flest øll flóttafólk koma til Danmarkar - og hini norðurlondini - koma umvegis dansk-týska markið. Bara síðan september eru fleiri enn 90.000 flóttafólk komin til Danmarkar umvegis týska markið.

13.000 av teimum 90.000 flóttafólkunum hava søkt um friðskjól í Danmark og restin hevur hildið leiðina fram til millum annað Svøríks og Noregs.

Í fyrsta umfari verður talan um at hava eftirlit við týska markið í 10 dagar, men hetta kann tó leingjast upp til fleiri ferðir 10 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678