Svøríki leingir hert marknaeftirlit

Svøríki leingir hert marknaeftirlit
Myndugleikarnir í Svøriki hava gjørt av, at herda marknaeftirlitið í landinum fyribils skal leingjast til 8. februar
Herda marknaeftirlitið í Svøríki skal leingjast, sigur innanríkisráðharrin í landinum sambært svenskari tíðindastovu
 
07.01.2016 - 14:47

Tað varð innført 12. november, herda marknaeftirlitið í Svøríki. Nú hava svensku myndugleikanir gjørt av at leingja eftirlitið.

Tað upplýsir svenski innanríkisráðharrin, Anders Ygeman, sambært svensku tíðindastovuni, TT, skrivar Berlingske á netinum.

Herda eftirlitið í Svøríki verður helst ikki tikið av í bræði. ES má fyrst fáa skil uppá ytru markini í ES, sigur innanríkisráðharrin sambært blaðnum.

Hert eftirlit um Oyrasund

Mánadagin varð hert eftirlit eisini sett í verk á farleiðini um Oyrasund. Fólk, sum ferðast við toki um sundið, skulu nú úr tokinum at vísa samleikaprógv.

Fyri ferðandi millum Svøríki og Danmark hevur herda eftirlitið um Oyrasund merkt, at tað hevur tikið longri tíð hjá fólki at ferðast á farleiðini.

Svenski ríksidagurin samtykti miðskeiðis í november, at seta í verk samleikaeftirlit í landinum, fyri at avmarka talið av fólki, ið søkja um friðskjól í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262