Landslæknin skal nú gera sína meting

Landslæknin skal nú gera sína meting
Heilsumálaráðið sendir nú málið um føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi víðari til Landslæknan, sæst í innliti, Kringvarpið hevur fingið
Landslæknan skal nú meta um tað er fakliga ráðiligt at seta eina skipan í verk, her kvinnur kunnu eiga á Suðuroyar Sjúkrahúsi
 
14.01.2016 - 10:42

Heilsumálaráðið fekk eitt felags tilmæli frá Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum um millum annað føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Men Heilsumálaráðið heldur ikki, at tilmælið hjá teimum báðum sjúkrahúsunum er nøktandi at taka endaliga støðu útfrá.

Vísa á føðideildina á Landssjúkrahúsinum

Leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi heldur, at kvinnur, ið ikki vildu til Havnar at eiga, kundu fáa tilboð um heimaføðing á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Men Landssjúkrahúsið mælir til, at allar føðingar verða í Havn. Heilsumálaráðið hevur sent málið til Landslæknan.

Landslæknin skal taka støðu til, um tað er fakliga ráðiligt at seta eina skipan í verk, her kvinnur kunnu eiga á Suðuroyar Sjúkrahúsi við somu treytum, sum ein, ið vil eiga heima.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542