Lægsti oljuprísur í 13 ár

Lægsti oljuprísur í 13 ár
Prísurin á olju lækkaði í nátt niður á sama stig, sum hann var á í 2003. Í nátt kostaði ein tunna minni enn 28 dollarar
Útlitini til, at olja úr Iran aftur fer at floyma inn á heimsmarknaðin, hevði í nátt við sær, at oljuprísurin lækkaði niður á sama stig, sum hann var á í 2003
 
18.01.2016 - 11:37

Útlitini til, at olja úr Iran aftur fer at floyma inn á heimsmarknaðin, hevði í nátt við sær, at oljuprísurin lækkaði niður á sama stig, sum hann var á í 2003.

Ein tunna av norðsjóvarolju varð seld fyri minni enn 28 dollarar í Asia. Asiatiski marknaðurin var tann fyrsti, sum læt upp, eftir at USA og ES-londini um vikuskiftið settu tiltøkini móti Iran úr gildi.

- Orsøkin til prísfallið er, at Iran nú aftur kann selja olju á heimsmarknaðinum, og tað ber í sær, at Iran fer at hava størri útboð á marknaðinum, sigur ein greinari við fronsku tíðindastovuna.

Frammanundan flýtur marknaðurin yvir av olju, og seinasta hálvt annað árið er oljuprísurin fallin úr 120 dollarum niður í umleið 30 dollarar fyri tunnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572