Búfólk flyta undan vánaligari inniluft

Búfólk flyta undan vánaligari inniluft
Níggju fólk við menningartarni og fjølbreki vórðu í morgun í bráðskundi flutt úr sambýlinum á Eirargarði 16 í Havn
Búfólkini á Eirargarði 16 vórðu í morgun flutt úr sambýlinum í bráðskundi, tí inniluftin í bygninginum er so vánalig. Tey eru fyribils flutt í grannabygningin, Eirargarð 14
 
27.01.2016 - 13:53

Í gjárkvøldið fekk leiðslan í Almannaverkinum eina frágreiðing um inniluftina í sambýlinum, og niðurstøðan var, at búfólk og starvsfólk skuldu út haðani beinanvegin.

Á sambýlinum, sum eitur Eirðargarður 16 í Havn, er inniluftin so vánalig, at har rætt og slætt ikki er inniverðandi; hvørki fyri búfólk ella starvsfólk.

Fingu boðini týskvøldið

Boðini fekk leiðslan í Almannaverkinum í gjárskvøldi frá serkønum, og snimma í morgun vórðu so øll í niðastu hædd, har trupulleikin er, flutt út í bráðskundi.

Talan er um níggju búfólk, sum í morgun vórðu flutt, tí inniluftin er so ring, tey eru flutt í onnur høli á Eirargarði - nummar 14, sum Landssjúkrahúsið varar av.

Fólkini, sum búgva í sambýlinum, sum er í stóra reyða bygninginum á Eirargarði, hava menningartarn og fjølbrek.

Óvist hvussu umfatandi umvælingin er

Hetta eru fólk, sum hava brúk fyri nógvari røkt og nógvum námsfrøðiligum stuðli. Tí eru til samans 26 fulltíðarstøtrv við náttarvakt á sambýlinum.

Tey flestu av teimum níggju búfólkunum, sum vórðu flutt í morgun, sita í koyristóli, og hetta setir krøv til hølini, har tey nú mugu húsast.

Óvist er, hvussu umfatandi umvælingin verður, og hvussu leingi búðfólkini noyðast at búgva í øðrum hølum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655