- Takið Zika-virusið í álvara

- Takið Zika-virusið í álvara
Hóast Zika-virusið er øðrvísi enn deyðiliga Ebola-virusið, er tað týdningarmikið at taka tað í álvara, heldur danskur lækni
Zika-virusið, ið higartil er funnið í 27 londum, eigur at takast í álvara, hóast fólk ikki doyggja av virus, heldur Morten Rostrup (innsettur í myndini) frá Læknum uttan landamørk
Mynd: Samansett mynd  
 
29.01.2016 - 11:47

Morten Rostrup í Læknum uttan landamørk heldur, at Zika-virusið skal takast í álvara, hóast virus ikki er deyðiligt.

Læknar uttan landamørk hava funnist harðliga at heimsheilsustovuninum, WHO, fyri ikki at handfara Ebola-smittuna á rættan hátt.

SÍ EISINI Kann gera um seg í Evropa

Men nú tykist tað, sum WHO hevur lært av Ebola-kreppuni. Nógv bendir á, at WHO setur tiltøk í verk skjótari, sigur Morten Rostrup.

Zika-virusið hevur verið hildið at vera ein meinaleys infektión, sum gevur fá ella eingi sjúkueyðkenni. Men virusið er kortini óunniligt.

Spjatt seg til 27 lond

Virus hevur spjatt seg til fólk í 27 londum, og tá so nógvir tilburðir eru, sæst, at sjúkan hevur aðrar fylgjur; at børn verða fødd við ov smáum høvdum.

Frágreiðingar eru eisini um álvarsligar neurologiskar sjúkur orsakað av virusinum. Tað eru mýggjabitar, sum spjaða smittuna frá fólki til fólk, og tað er ilt at verja seg ímóti.

- Tú kanst ikki týna allar mýggjabitar, men tú kanst taka burtur kelduna har mýggjabitar verða klaktir, eitt nú tjarnir í stórbýum, har nógv fólk búgva og smittan spjaðir seg skjótt, sigur Morten Rostrup.

Neyðugt at taka fyrivarni

Morten Rostrup frá Læknum uttan landamørk hevur ikki áður hoyrt myndugleikarnar ávarað kvinnur móti at gerast við barn.

- Tað vísir, at sjúkan verður tikin í størsta álvara. Tað er tó ilt at siga, um tað er rætt at ávara kvinnur móti at gerast við barn. Nógv duldir tættir eru í hesum, sigur Morten Rostrup.

- Men tað er týdningarmikið at vera fyrivarin, tá tú ikki veitst, hvussu gongdin verður, sigur Morten Rostrup frá felagsskapinum, Læknar uttan landamørk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449