Bretlandi fær eina neyðbremsu

Bretlandi fær eina neyðbremsu
Bretland fær eina neyðbremsu, ið skal forða fyri, at ES-lógir og reglugerðir av sær sjálvum koma í gildi í Bretlandi
Fólkaatkvøða um bretskan ES-limaskap verður í summar, sigur bretski forsætisráðharrin, David Cameron
 
02.02.2016 - 15:03

Bretland og ES samráðast í hesum døgum um nýggjar treytir fyri ES-limaskapin hjá Bretlandi, ið bretar hava verið misnøgdir við.

Sambært keldum hjá BBC verður ein av nýggju treytunum, at Bretland fær eina neyðbremsu, ið skal forða fyri, at ES-lógir og reglugerðir av sær sjálvum koma í gildi í Bretlandi.

SÍ EISINI Nýggj ES-avtala kunngjørd í dag

Bretar hava leingi verið misnøgdir við ES, tí teir halda seg fáa ov burturúr samveldinum, og at ov nógvar ES-lógir og reglugerðir eru galdandi í Bretlandi.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur tí lovað, at spurningurin um bretskan ES-limaskap skal til fólkaatkvøðu í summar.

Í nýggja sáttmálanum, sum bretska fólkið skal atkvøða um í summar, hevur bretska stjórnin eisini fingið lovað, at treytirnar um almannahjálp hjá tilflytarum úr ES-londum til Bretlands verða herdar.

Royna at sannføra øll ES-londini

Sum er hava tilflytarar og bretskir ríkisborgarar somu rættindi innan almannaveitingar. Harafturat vil David Cameron hava skjalfest, at Bretland skal sleppa undan at veita lán til kreppurakt ES-lond í framtíðini.

ES-toppfundur verður hildin 18. februar. Tá ætlar bretska stjórnin at sannføra hini ES-limalondini um at taka undir við nýggju krøvunum hjá Bretlandi.

Fleiri ES-limalond hava víst ónøgd við nýggju bretsku krøvini. ES-forsetin, Donald Tusk, hevur sagt, at minst 55 prosent av ES-limalondum skulu taka undir við einum nýggjum sáttmála við Bretland, skal hann koma í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558