Eftir 147 dagar: Nú er hon aftur í Fólkaflokkinum

Eftir 147 dagar: Nú er hon aftur í Fólkaflokkinum
Annika Olsen, ið hevur verið uttanflokka á tingi síðani 20. september, er nú aftur í Fólkaflokkinum, boðaði flokkurin frá fyri løtu síðani
Annika Olsen er nú aftur í Fólkaflokkinum, boðaði flokkurin frá á tíðindafundi á Gamla Apoteki fyri løtu síðani
Mynd: KvF  
 
04.02.2016 - 11:14

Hon er ikki ókend í flokkinum, og nú er hon aftur har. Annika Olsen er aftur partur av Fólkaflokkinum og tingmanningini hjá flokkinum.

Tað er júst komið fram á tíðindafundinum á Gamla Apoteki, sum Fólkaflokkurin hevði boðið fjølmiðlunum á klokkan 11 fyrrapartin.

Klokkan 10:08 sendi Fólkaflokkurin út tíðindaskriv til fjølmiðlarnar, uttan at flokkurin kortini segði, hvat flokkurin fór at boða frá á tíðindafundinum.

Annika Olsen skal hjálpa til at nútíðargera flokkin

- Dagførda stevnuskrá floksins skal tryggja, at Fólkaflokkurin er fyri alt fólkið, leik sum lærd, ung sum eldri og aðalmálið verður eisini at byggja brýr millum útjaðara og miðøkið.

Tað stendur millum annað í tíðindaskrivi, sum Jørgen Niclasen, floksformaður, sendi út aftaná tíðindafundin. Annika Olsen skal eisini hjálpa til at nútíðargera flokkin, sigur formaðurin:

- Gerast skal ein nýtímansgerð av flokkinum við dagførdari stevnuskrá og bygnaði fyri flokkin. Annika Olsen fær ein týðandi leiklut í hesum arbeiði, serliga við atliti til Suðurstreym.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

- Flokkurin skal nútíðargerast og stevnuskráin dagførast, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen

Posted by Kringvarp Føroya on 4. februar 2016

Tá Annika Olsen tók seg úr Fólkaflokkinum eftir løgtingsvalið í september ljóðaði, at hon fór upp í Framsókn hjá Poul Michelsen. Tað gjørdi hon eisini.

Á løgtingsfundinum 17. september kunngjørdi løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, at Annika Olsen var partur av tingmanningini hjá Framsókn.

Annika Olsen steðgaði kortini ikki leingi í Framsókn. Bara tríggjar dagar seinni boðaði Annika Olsen frá, at hon fór úr flokkinum, og var uttanflokkatingkvinna.

Var undir stórum trýsti

Tað var um kvøldið 20. september í fjør heyst, at Annika Olsen boðaði fjølmiðlunum frá, at hon tók seg úr aftur Framsókn og tók sæti í Løgtinginum sum uttanflokkatingkvinna.

- Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt.

Tað upplýsti Annika Olsen í tíðindaskrivinum, hon sendi út, samstundis sum hon fór undir heilt og ikki vildi tosa við fjølmiðlarnar í nógvar dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096