Rætturin skal nú viðgera ósemjuna um brunatrygdina

Rætturin skal nú viðgera ósemjuna um brunatrygdina
Hósdagin í næstu viku fer Føroya Rættur viðgera ósemjuna um brunatrygdina í nýggju farstøðini á flogvøllinum
Føroya Rættur skal nú avgera, hvør eigur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini á flogvøllinum: Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna
 
09.02.2016 - 09:55

Føroya Rættur er biðin um at avgera, hvør eigur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina á farstøðini á flogvøllinum: Brunaeftirlitið ella Sørvágs kommuna.

Vørn hevur vegna Brunaeftirlitið stevnt Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn, tí sambært Brunaeftirlitinum varð farstøðin ólógliga tikin í brúk í fjør.

Brunaeftirlitið heldur uppá, at tað er myndugleikin, ið skal góðkenna brunatrygdina á farstøðini. Og tað hevur Brunaeftirlitið ikki gjørt.

Ikki samd um hvør skuldi góðkenna trygdina

Málið byrjar 3. juli í fjør, tá Sørvágs kommuna gav P/f Vága floghavn loyvi at brúka nýggju komu- og farstøðina. Brunaeftirlitið bað Sørvágs kommunu taka nýtsluloyvið aftur, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent bygningin.

Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna eru ikki samd um, hvør hevur myndugleikan at góðkenna brunatrygdina í farstøðini.

Sambært lógini, sum var galdandi, tá farið varð undir byggingina, skal Brunaeftirlitið góðkenna. Men 1. apríl í 2013 kom nýggja byggilógin, og tá fingu kommunurnar hendan myndugleikan.

Hava roynt at loyst málið

Innlendismálaráðið segði tó í rundskrivi 27. mai í 2013, at Brunaumsjón landsins, sum stovnurin tá kallaðist, átti ítøkiligu brunamálsviðgerðina, tá talan var um "ikki vanliga" bygging, sum fekk byggiloyvi, áðrenn nýggja lógin kom.

Sørvágs kommuna gav byggiloyvið tann 27. september í 2012, altso áðrenn nýggja byggilógin kom. Brunaeftirlitið og Sørvágs kommuna hava roynt at loyst trætumálið, men uttan úrslit.

Í vár stevndi Brunaeftirlitið so Sørvágs kommunu og P/f Vága floghavn, og málið kemur fyri rættin 18. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555